HEIM
03.10.2007

Portalurin: Rókur og Bakur hampiligan túr

03. okt 2007, 16:21
Mynd: Vilmund Jacobsen. Stelkur og Bakur, sum báðir hava verið á beding, fara nú aftur at partrola

Rókur og Bakur landaðu út við 200.000 pund í Saltangará í vikuni. Hetta er fyrsti veruligi túrurin hjá Róki, sum nú bíðar eftir, at Lerkur verður klárur at fara til fiskiskap

Á skrivstovuni hjá Beta, sum Føroya Fiskavirking nú eigur, siga tey, at Rókur hevur verið ein styttri túr frammanundan, og tá høvdu trolararnir eina minni nøgd av fiski.
- Skipið vísir seg at rigga væl, men nú bæði Bakur og Stelkur eru lidnir á bedingini í Klaksvík, fara teir aftur at partrola. Rókur kemur soleiðis at bíða eftir Lerki, sum í løtuni liggur í Runavík, har FJM setir nýggja verksmiðju í skipið.
Lerkur, sum annars er systurskip við Rók, er longdur á Tórshavnar Skipasmiðju, og nú hava bæði skipini somu longd.
Væntandi er, at Lerkur verður klárur til fiskiskap um einar tríggjar vikur.
Nýbygningarnir, sum Føroya Fiskavirking letur byggja í Spaniu, verða ætlandi lidnir um mánaðarskiftið november/ desember og verða væntandi í Føroyum í desember.

© Vilmund Jacobsen - Sosialurin