HEIM
04.09.2008

Portalurin: Rimmar Støkkdagur

Leygardagin verður endaliga avtalan um bygging av nýggjari Støkkhøll undirskrivað

Tí skipar fimleikafelagið Støkk fyri rimmar Støkkdegi í ítróttarhøllini í Runavík. Tiltakið er alment, og Støkk vónar at síggja nógv fólk hendan dagin.
Dagurin byrjar klokkan 13, tá børnini sleppa at gera fimleik og spæla. Í meðan kunnu foreldrini hugna sær við kaffi og køkum. Á skránni verður millum annað køkutombola, fiskibrunnur og kapping um at gita, hvussu nógvar Silvabússur eru í einum kassa. Apexferðaseðlar kunnu vinnast og lutaseðlasøla uppá ein bil, av slagnum Kia Ceed 1,4, byrjar hendan dagin.
Møguleiki verður at lata pening til nýggju Støkkhøllina. Nøvnini á øllum, sum lata pening til nýggju høllina, verða sett á eina soylu, sum kemur at standa í nýggju Støkkhøllini.
Klokkan 15 verður endaligi byggisáttmálin millum TN-Bygging og Støkk undirskrivaður.