HEIM
11.10.2007

Portalurin: Olja á vegnum á Skipaneskrossinum

11. okt 2007, 00:33
Mynd: Vilmund Jacobsen. Teir royna at byrgja uppfyri, at skaði ikki stendst í ferðsluni, nú olja er likin á vegin, og vegurin er hálur

Seint seinnapartin noyddist Skálafjarðar Sløkkilið á Skipaneskrossin at byrgja uppfyri, at ferðslan, sum koyrdi um hesar leiðir, ikki gleið í olju, sum var komin á vegin

Tað sást skjótt, at okkurt var á vási, tá tú nærkaðist Skipanesi á veg úteftir Skálafjørðinum um 17.30-tíðina seinnapartin. Omanvert rundkoyringina bleiktraðu ljós, og tú vart í iva um, hvørt talan var um ferðsluóhapp ella annað.
Á veg niðan brekkuna niðan móti rundkoyringini á Skipaneskrossinum, sást skjótt, at tilfar var stoytt á vegin, og nú skilti tú, at talan helst var um olju, sum var komin á vegin.
Nøkur ferðsluskelti, sum sett vóru upp við vegin niðan brekkuna, heittu á bilførarar um at seta ferðina niður.
Omanvert rundkoyringina stóðu hesa løtu tveir bilar hjá Skálafjarðar Sløkkiliði við vegjaðaran og ein bilur hjá Landsverki.
Á fittum vegastrekki bæði niðri í brekkuni, í rundkoyringini og niðan frá rundkoyringini høvdu sløkkiliðsfólk troytt tilfar á vegin, so bilarnir ikki skuldu glíða í olju.
Omanvert rundkoyringina gekk Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, millum aðrar menn, sum høvdu roynt at byrgt uppfyri vandanum.
Er hetta olja, sum er á vegnum? spurdu vit.
- Ája, snakka ikki. Hetta er olja, var brunaumsjónarmaðurin skjótur at svara.
Eftirhondini er hugsandi, at sløkkiliðsfólk kring landið eru troytt av at beina burtur olju, sum dálkar firðir og sund - og nú eisini vegirnar.
Í hesum førinum var tað ein bilur, sum hevði likið olju á vegin á fittum strekki á leiðini við Skipaneskrossin.

© Vilmund Jacobsen - Sosialurin