HEIM
29.10.2008

Portalurin: Nýggj bók um føroyskan kommunupolitikk

Kommunupolitisk umboðan í Føroyum er á breddanum í nýggjari bók, sum kemur út í dag

Nú tað stundar til kommunuval, bjóðar Forlagið Fróðskapur eitt fínt høvi at síggja alla kommunuskipanina í einum størri høpi við nýggju bókini "Kommunupolitikkur".

Bókin kemur út í dag, og í sambandi við útgávuna verður almenn móttøka klokkan 15 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu 25, 4. hædd.

Bókin byggir í stóran mun á nýinnsavnað tilfar, til dømis dátubasu yvir uppstillað og vald, spurna¬kanningar millum tey uppstillaðu til kommunuvalini 2000 og 2004, samrøður við politikarar og embætisfólk í kommunala sektorinum, og samrøður við limir í teimum trettan staðbundnu nevndunum.

Eisini verður komið inn á spurningin um nýtt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur og nýggjan kommunubygnað. Broytingarnar, sum komu við nýggju kommunu¬stýrislógini í 2000, verða neyvt lýstar.

At enda í bókini verður hugt at tølum frá dátubasuni og spurnakanningunum millum uppstillað til kommunuvalini: Hvussu eru val til býráð og bygdaráð skipað, hvat slag av listum eru í ymiskum kommunum, og hvussu nógv verða uppafturstillað og afturvald? Hvussu væl umboða tey uppstillaðu og valdu ymiskar bólkar?

Her verður eisini sett fokus á til dømis undirumboðanina av kvinnum í kommunupolitiskum høpi, og hvussu roynt hevur verið at betra kvinnuumboðanina.

© Anna V. Ellingsgaard - Sosialurin