HEIM
01.01.2009

Portalurin: Nú eru 30 kommunur

Mynd: Funningur, sum nú er partur av Runavíkar kommunu.
Fleiri kommunur fóru í søguna á midnátt í gjárkvøldið. Í dag er eingin Gøtu kommuna, eingin Leirvíkar kommuna, eingin Miðvágs kommuna, eingin Samndavágs kommuna, eingin Funnings kommuna og heldur eingin Svínoyar kommuna.

Fýra kommunusamanleggingar fingu gildi á midnátt í gjárkvøldið. Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna eru vorðnar Eysturkommuna,
Miðvágs kommuna og Sandavágs kommuna eru nú Vága kommuna, Funnings kommuna er vorðin partur av Runavíkar kommunu, og Svínoyar kommuna er løgd saman við Klaksvíkar kommunu.

Við hesum broytingum er kommunutalið komið niður á 30.

© Árni Joensen - Sosialurin