HEIM
28.09.2007

Portalurin: NSÍ longt samstarvið við Johan Nielsen

28. sep 2007, 10:55
Í gjárkvøldið skrivaðu oddaliðið í Formuladeildini, NSÍ, og venjarin, Johan Nielsen, undir nýggjan sáttmála sum ger, at Jóhan aftur komandi ár skal venja besta liðið hjá NSÍ

Tað hevur gingið strúkandi hjá NSÍ í formuladeildini í fótbólti, og nú tað bert eru 12 stig eftir at spæla um, liggur NSÍ á fremsta plássi í formuladeildini. Tí eru útlitini sjálvsagt rættiliga góð, at vespurnar úr Runavík skulu tryggja sær fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins.

Í gjárkvøldið bleiv eisini greitt, at tað verður sami maður sum skal standa á odda fyri NSÍ komandi kappingarár. Tá longdi felagið nevniliga um sáttmálan við Johan Nielsen. Hetta veit heimasíðan hjá felagnum, www.nsi.fo, at siga.

- Øll kendu til dygdirnar hjá Johan Nielsen, áðrenn hann kom til NSÍ, og úrslitini í felagnm hava eisini talað fyri seg. Longu fyrsta árið hevur tað eydnast honum at fingið formulaliðið hjá okkum heilt fram í oddin, og tí var tað einki ivamál hjá okkum at leingja um sáttmálan, nú vit fingu møguleika til tess, sigur formaðurin í NSÍ, Dánial Petur Hansen.

Fyrr í vikuni megnaðu unglingarnir hjá NSÍ at vinna greipuna uttan at seta eitt tað einasta stig til í kappingini, og tí eru framtíðarútlitini hjá felagnum eisini sera góð.

- Sum sagt, so fegnast vit sjálvandi um, at Johan longu fyrsta árið sum venjari hevur fingið formulaliðið hjá felagnum at verða partur av oddastríðnum. Jóhan er tó eisini ein venjari, sum arbeiðir málrættað við sínum hópi yvir fleiri ár, og tí verður tað sjálvsagt spennandi at fylgja við menningini av okkara ungu leikarum, harav fleiri longu hava vunnið sær pláss á formulaliðnum, sigur Dánial Petur Hansen at enda.

© Teitur Joensen - Sosialurin