HEIM
31.05.2007

Portalurin: Næmingar smíða brúgv um Løkin

31. mai 2007, 10:12 © Vilmund Jacobsen - Sosialurin

Mynd: - Hetta er ein spennandi avbjóðing fyri okkum, siga næmingarnir

Tekniska umsiting hjá Runavíkar kommunu hevur heitt á Tekniska skúla í Klaksvík um at smíða fýra brúgvar, sum skulu setast upp ymsastaðni í kommununi

Næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík eru í løtuni í holt við at smíða eina brúgv, sum tey í Runavík skulu hava liggjandi um Løkin, sum er áin, ið rennur oman úr Toftavatni.
- Hendan fyrsta brúgvin skal setast upp tætt við mylnuna við Løkin. Hon verður latin og sett upp, tá tey í Runavík hava gjørt undirstøðið, sum brúgvin skal standa á, siga tey á Tekniska skúla í Klaksvík.
Tað er tekniska umsitingin í Runavíkar kommunu, sum hevur heitt á skúlan um at smíða fýra slíkar brúgvar, sum skulu setast upp ymsastaðni í kommununi.
Timburarbeiði, sum næmingarnir í Klaksvík gera, er ein partur av undirvísingini.
- Fyri okkum er hetta ein spennandi avbjóðing, og úrslitið er eitt bygningsverk, sum sæst aftur í hugnaliga umhvørvinum við Løkin í Runavík, siga næmingarnir á Tekniska skúla í Klaksvík.