HEIM
23.05.2008

Portalurin: Mentamálaráðið leigar skúlan í Søldarfirði

Nú nýggjur skúli verður bygdur í Runavík, verður skúlin í Søldarfirði tøkur. Skúlin hevur 6 skúlastovur og allar hentleikar. Avgjørt er tí, at Mentamálaráðið fer at leiga skúlan, soleiðis at møguleiki verður fyri, at taka upp tríggjar eyka flokkar í ár – tveir FHS og ein HH.
180 ung í Føroyum hava vegna plásstrot fingið boð um, at tey ikki kunnu byrja á FHS ella HH á Handilsskúlunum í Tórshavn og Kambsdali eftir summarfrítíðina í ár.
Talan verður um, at 78 næmingar verða tiknir upp á Handilsskúlanum afturat teimum 312, ið longu eru tikin upp á Handilsskúlunum í Tórshavn og á Kambsdali.
Fyri at tryggja at øll ung, ið hava søkt inn á Handilsskúlarnar í Føroyum verða javnsett, nú nýggjur skúli verður leigaður, fáa 78 tey best skikkaðu á bíðilistanum – uttan mun til bústað – í næstum í boði, at byrja í eyka flokkunum í Søldarfirði.
Í tíðindaskrivinum verður tó lagt afturat, at treytin fyri hesum er, at játtan fæst til endamálið á fíggjarlógini fyri 2008, tá hendan skal endaliga samtykkjast í Løgtinginum.