HEIM
18.04.2007

Portalurin: Kórkonsert í Fríðrikskirkjuni sunnudagin klokkan 20

18. apr 2007, 07:54

»Kórið hjá Johan« ið telur einar 35-40 sangarar, hevur í páskafrítíðini verið á sangferð. Partur av skránni verður framført í Fríðrikskirkjuni sunnudagin
Kórið sang til kirkjugongdina bæði í Skála kirkju og Sjóvar kirkju síðsta sunnudag. Nú verður so kórárið rundað av við einari konsert í Fríðrikskirkjuni sunnukvøldið. Kórið fer á konsertini at syngja bæði føroyskt og útlendskt. Sálmurin "Úr neyðardýpi, Guð, til tín" og yndisliga lagið "Bøn" verða at hoyra. "Jesus bleibet meine Freude" av J.S. Bach og "Ave verum corpus" av W.A. Mozart, eins væl og trý løg hjá kórleiðararnum standa á skránni. Vakra negro spiritual lagið "Were you there when they crucified my Lord?" verður eisini sungið. Kórið syngur bæði við fylgispæli og uttan. Við flyglið situr ungi pianisturin Jórun Hansen.
Umframt kórsang verður eisini okkurt annað á skránni. Niels Midjord, ið syngur bass í kórininum og annars er vanur at framføra kring landið, fer at syngja fyri áhoyrarunum. Floytunæmingar hjá Katju Volovelskaja í Nes Sóknar Musikkskúla fara eisini at seta sín dám á konsertina.

© Jákup Mørk - Sosialurin