HEIM
20.04.2007

Portalurin: John Petersen verður nýggjur venjari hjá Skálamonnum

fríggjadagur, 20. april 2007 09.08 - Ítróttur

Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, John Petersen, skal venja Skála í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum. - Tað kennist væl at koma aftur til Skála sum venjari, tí eg hevði alla tíðina ætlað mær at komið aftur sum spælari, sigur John Petersen.

Nýggi Skála-venjarin sigur, at hansara fyrsta uppgáva verður at fáa tann vælkenda stríðsviljan og spæligleðina fram av nýggjum, sum hevur eyðkent Skála, umframt at spæla góðan fótbólt. - Nú havi eg ikki sæð Skála spælt í ár, men eg skilji á lagnun, at vantandi spæligleðin hevur verið ein trupulleiki, sigur hann.

John er skálamaður, 34 ára gamal, og hevur drúgvar royndir sum spælari, eisini á landsliðnum og uttanlands, og nú skal hann á fyrsta sinni royna seg sum høvuðsvenjari í fremstu mansdeildini. Kristmund Johannesen, sum hevur verið hjálparvenjari undir Dragan Kovacevic, heldur fram sum hjálparvenjari hjá John.