HEIM
21.08.2007

Portalurin: Hoyvíkingur vann kappsiglingina

20. aug 2007, 23:26
Egil Simonsen vann kappsiglingina á Skálafjørðinum sunnudagin við bátinum "Hoyvíkingur". 23 bátar tóku lut í kappsiglingini, sum nú hevur meira enn ein mansaldur á baki

Við einum fittum útsyningsloti løgdu 23 seglbátar til brots frá Flesjunum í kapping um at koma fyrstur á mál inni á Høgabóli.

Hetta er tann árliga kappsiglingin sum Lions Club Eysturoy hevur skipað fyri nú í meiri enn ein mannsaldur.

Bátarnir komu á mál í hesi raðfylgju:
Nr. Bátanavn Eigari/siglari
1 Hoyvíkingur Egil Simonsen, Hoyvík
2 Niels í Nesinum Alfred Gullbein, Tórshavn
3 Jomfrúgvin Símun Olsen, Vestmanna
4 Gjáarbáturin Dánjal J. Andreasen, Vestmanna
5 Thyra Svend Berg, Strendur
6 Svanur John Mikkelsen, Skála
7 Vinur Óli Mikkelsem, Tórshavn
8 Oddvør Dagfinn Jensen, Kollafjørð
9 Eyð Atli Leitisstein, Runavík
10 Kollsteinur Mikkjal Hansen, Hósvík
11 Malli Oddmar Joensen, Kollafjørð
12 Leivur Jón Nolsøe, Fuglafjørð
13 Drøvn Knud Bjørk, Argir
14 Luddi Karl Thomsen, Kollafjørð
15 Guðrið Atli Poulsen, Saltangará
16 Dúgvan Rodmund Nielsen, Glyvrar
17 Byrgishamar Joan Karl Joensen, Kollafjørð
18 Sildin Jónsvein Mikkelsen, Toftir
19 Jona Per Mikkelsen, Strendur
20 Falkurin Kári í Garði, Strendur
21 Miðgerð Arngrím Petersen, Kollafjørð
22 Ternan Kári Borgarklett, Hósvík
23 Jóan Pauli Johan Joensen, Kollafjørð

Tríggir teir fyrstu bátarnir fingu steyp til ognar, meðan vinnarin nr. 1 Hoyvíkingur harumframt fekk ferðasteypið.

© Eirikur Lindenskov - Sosialurin