HEIM
18.04.2007

Portalurin: Gravgangur eftir at seta búgv við Skálafjørðin

13. apr 2007, 15:36

Tað er heilt týðiligt at prátið um undirsjóvartunnil yvir í Streymoy er við til at økja um áhugan fyri at búgva við Skálafjørð, tí nú hava eisini fólk í Havn fingið hug at búseta seg í við Skálafjørð

Umsóknir um grundstykki koma javnan bóltandi inn um skivuna á býráðnum í Runavík

Tað er rættiligur gravgangur eftir at sleppa at búgva við Skálafjørðin.
Á býráðskrivstovuni Runavík, kunnu tey ikki annað enn staðfesta, at har koma javnan umsóknir um grundstykki bóltandi inn um skivuna í einum jøvnum streymi.
Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri í Runavík, sigur, at rúgvan av umsóknum frá fólki, sum vilja búgva í kommununi, veksur frá degi til dags.
Í løtuni hava tey heilar 200 umsóknir um grundstykki liggjandi á skrivstovuni í Runavíkar Kommununi, ella í hvussu so er, heilt tætt við 200.
Borgarstjórin sigur, at størsti áhugin er fyri at búsetast í sjálvari Runavíkini og har um leiðir, tí har hava eini 150 fólk søkt um at fáa grundstykki.
- Men tað er eisini rættiliga stórur áhugi fyri at búsetast í øðrum bygdum í kommununi, serliga á Skála, har eini 30 fólk hava søkt um grundstykki. Men eisini í Søldafirði og Rituvík er stórur áhugi fyri at byggja, men á smáu bygdunum vilja fólk eisini búsetast.
Borgarstjórin sigur, at yvirhøvur er stórur áhugi fyri at byggja í miðstaðarøkinum, men tað er eisini týðiligt, at áhugin er vaksin upp aftur meiri, síðani meiri kjøt kom á prátið um undirsjóvartunnil til Streymoyar, tí nú eru tað eisini fólk í Havnini, sum biðja um grundstykki við Skálafjørðin.
Borgarstjórin sigur, at tað hevur fremstu raðfesting hjá býráðnum at útvega grundstykki og hann væntar eisini, at tørvurin verður nøktaður, tó at tað er ilt at siga, akkurát, hvussu leingi, umsøkjarar skulu bíða.

© Áki Bertholdsen - Sosialurin