HEIM
29.09.2008

Portalurin: Fráfarni Karsten Hansen um kommunuroknskapir

Kunngerð skal forða kommununum at liva sítt egna lív, sum nú
Hóast búskapurin hjá kommununum næstan er helvtin av samlaða føroyska búskapinum, so hava kommunurnar síðstu 10 árini livað sítt egna lív. Tað skal halda uppat, og tað seinasta sum Karsten Hansen, fráfarni landsstýrismaðurin í fíggja
rmálum, gjørdi, var at undirskriva eina kunngerð um roknskap og kontoætlan hjá kommununum.

Hann sigur, at metingastovnurin Moodys, sum kannar føroyska búskapin, hevur spurt eftir kunngerðini, og umboð fyri stovnin vóru í Føroyum so seint sum í september, og tá spurdu tey aftur eftir kunngerðini um kommunalu roknskapirnar og kontoætlanir. - Tá segði eg teimum, at kunngerðin skuldi koma í gildi frá 1. januar, og tað góðtóku tey, sigur Karsten Hansen.

- Eg lovaði løgmanni at halda fram við at gera fíggjarlógina, og helt samstundis fram við arbeiðinum við kunngerðini fyri kommunurnar, hóast samgongan var slitnað. Men tá Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður, bað meg steðga við arbeiðinum við kunngerðini, gjørdist tað ovboðið, og eg bað hann loysa meg úr starvi alt fyri eitt, sigur Karsten Hansen.