HEIM
23.10.2007

Portalurin: Føroyskur borgarstjóri á Nordkapp

23. okt 2007, 13:39
Mynd: Kristina Hansen er ættað úr Runavík, men er nú borgarstjóri í Nordkapp kommunu norðast í Norðurnoregi

Føroyingar finnur tú allastaðni, eisini í norðasta plinti í Noregi.
Uppi í Honningsvåg situr Kristina Hansen í borgarstjórasessinum, eitt álit henni varð víst eftir kommunuvalið í september.
Kristina hevur altíð havt áhuga fyri politikki, og gjøgnum starv sítt sum forkvinna í lærarafelagnum í Finnmørkini, er hon komin upp í kommunalpolitikk. Fyri fýra árum síðani varð hon vald í kommunustýrið fyri Arbejderpartiet, hóast hon stóð niðarliga á listanum. Har verður tann ovasti á listanum fyrst valdur.
Til valið hesaferð stóð hon hinvegin ovast, og varð tískil fyrstvald. Og hetta førdi so við sær, at hon fyri viku síðani varð vald til borgarstjóra av nývalda kommunustýrinum.
Kristina Hansen flutti til Noregs fyri skjótt 20 árum síðani, men hevur vitjað aftur á klettunum rættiliga javnan. Og hon fylgir væl við í tí, sum fyriferst her heima gjøgnum júst Olivant, ella Portalin.
Nordkapp er ikki so stór kommuna, eini 3.300 fólk, men hon hevur verið størri. Men eins og restin av útjaðaranum í Noregi flytir fólkið inn í býirnar, og tað merkir Nordkapp eisini. Fyri nøkrum árum síðani lá fólkatalið í kommununi millum 5.000 og 6.000 fólk.
Nordkapp er norðasta kommunan í Noregi og liggur í Finnmørkini. Og tað er stórt øki, størri enn Danmark, men har búgva einans 70.000 fólk.
Kristina Hansen plagar at hava kontakt við tey føroysku skipini, tá tey koma inn í Honningsvåg at bunkra.
Eg plagi at fara umborð at bidda seyðarhøvd frá teimum, sigur Kristina Hansen við Portalin.

© Áki Bertholdsen - Sosialurin