HEIM
28.09.2007

Portalurin: Foreldur ímóti serskúla

27. sep 2007, 16:09

Mynd: Børn við breki eiga ikki at verða sett í serligan skúla, men sleppa at ganga í skúla saman við øllum øðrum børnum, halda foreldur at brekaðum børnum í Runavíkar kommunu

Foreldur at børnum í serflokkum í Søldarfirði hava heitt á býráðið í Runavík um at lata hesi børnini sleppa at ganga í skúla í Glyvra skúla saman við øðrum børnum

Tilsamans snýr hetta seg um tveir serflokkar við átta børnum, sum eru fødd við ymsum brekum. Tey flestu eru rørslutarnaði og deyv ella blind, meðan eitt hevur Down Syndrom. Trý børn hava autismu, men hesi ganga í Lamba skúla.

Nú nýggjur og stórur skúli verður bygdur í Runavík, óttast foreldrini at teimum brekaðu børnunum, at hesi gerast tapararnir.

Áheitanin frá foreldrunum um ikki at gera serskúla, sum er stílað til allar býráðslimirnar í Runavíkar kommunu, kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

© Kári Mikkelsen - Sosialurin