HEIM
21.08.2007

Portalurin: Farexpo á triðja sinni

20. aug 2007, 23:44
Vinnustevnan Farexpo verður hildin í runavík í døgunum 29. oktober til 1. november. Stevnan verður partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, sum verður hildin um sama mundið

Farexpo vendir sær til føroyskar og útlendskar vinnufyrtøkur og feløg, sum fáast við – ella ætla sær í holt við útflutning og møguligt samstarv innan útflutning.

Á vinnustevnuni verður eisini skipað fyri eini røð av fyrilestrum. Fyrilestrarnir eru eisini fyri almenninginum, og eru mettir at vera sera viðkomandi og forvitnisligir fyri øll, ið hava áhuga fyri útflutningsvinnu og altjóða vinnuviðurskiftum.
Ítróttarhøllin í Runavík kemur at virka sum høvuðsøki og Keldan í Skálabotni verður karmur um ráðstevnupartin.
Tað er fyrtøkan Virkisráðgeving í Runavík, sum samskipar Farexpo.

© Eirikur Lindenskov - Sosialurin