HEIM
26.03.2007

Portalurin: Faðir og synir veksa um skipaflotan

26. mar 2007, 15:15

Páll Jóanesarson og synir hansara eiga nú tveir línubátar, Sjóstjørnuna og Margit, umframt farmaskipið Sandfelli, sum kom á Havnina í gjár

Í gjár kom farmaskipið Sandfelli á Havnina. Tað er felagið P/F Run í Saltangará, sum eigur skipið, og aftanfyri hetta felag stendur móðurfelagið, Sp/F Lón í Saltangará.
Teir, ið eiga móðirfelagið og felagið, sum nú hevur keypt Sandfelli, eru Páll Jóanesarson og synir hansara. Frammanundan eiga faðir og synir eisini línubátarnar, Sjóstjørnuna, sum er fyrrverandi Báradrangur og Margit, sum er fyrrverandi Hvítabjørn.
Skipari við Sandfelli verður Martin Jóanesarson, sum er tvíburðabróðir, Edvard, ið er við Margit. Uppi á landi at taka sær av tí dagliga verður Andrass Jóanesarson, sum eisini er stjóri í P/F Run.
Sandfelli er keyptur úr Bergen. Skipið er bygt í Týsklandi og hevur verið heimahoyrandi í Noregi síðan 1996. Longdin er 63 metrar, breidddin 11,30 metrar, og Sandfelli lastar 1000 tons.
Høvuðsmotorurin er ein 800 HK. Callesen Diesel, skipið hevur tveir Deutz-ljósmotorar og ein aksilgenerator.
Andrass Jóanesarson sigur, at minsta manningartal umborð er 4, men um summarið er ætlanin, at 5 mans skulu verða við skipinum.
Seljari og keypari hava ikki upplýst keypsprísin, men reiðarin sigur, at teir eru nøgdir við prísin, og at vónirnar um, at raksturin fæst at hanga saman, eru góðar.
- Felagið í Bergen, BSC (Bergen Shipping Chartering), sum syrgdi fyri farminum hjá Sandfelli fyri eigaraskiftið, fer framhaldandi at taka sær av hesum, og tað halda vit vera ein stórur fyrimunur, sigur Andrass Jóanesarson.
Fyrstu tvær lastirnar hjá Sandfelli verða úr Fuglafirði við fiskamjøli yvir til Stavanger-leiðina í Noregi.

© Vilmund Jacobsen - Sosialurin