HEIM
08.10.2007

Portalurin: Fáa nú byggiloyvi til skótahús

07. okt 2007, 16:13
KFUM-skótarnir í Runavík hava nú fingið byggiloyvi til skótahúsið, sum ætlanin er at byggja tætt við Løkin í Runavík.

Á seinasta býráðsfundi í Runavíkar kommunu var samtykt at geva loyvi til skótahúsið, sum verður einar 500 fermetrar til støddar.
Skótarnir hava ikki havt góðar umstøður, men nú kemur so broyting einaferð í framtíðini.

© Snorri Brend - Sosialurin