HEIM
03.04.2007

Portalurin: – Eg kallaði bátin upp eftir pápa mínum

03. apr 2007, 13:38
Tað hevur gingið rættiliga væl hjá Jens Leon, síðan Jónsvein Knudsen, reiðari, keypti bátin fyri umleið einum ári síðan

Hann liggur so vakur og nýmálaður millum túrarnar við bryggju í Saltangará.
Navnið er Jens Leon og mangur, sum ikki hevur sína dagligu gongd á bryggjuni í Saltangará, man hava spurt seg sjálvan, hvaðani navnið stavar.
- Eg eigi henda bátin einsamallur, og tí kundi eg gera, sum eg sjálvur vildi. Eg havi kallað trolbátin upp eftir pápa mínum, Jens Leon, sála, sigur Jónsvein Knudsen í Saltangará, sum er virkandi reiðari hjá Faroe Seafood.
Foreldrini eru Jens Leon og Mina, men pápin doyði fyri umleið 20 árum síðan.
- Tað hevur gingið rættiliga væl hjá Jens Leon, síðan eg keypti bátin fyri umleið einum ári síðan. Trupulleikin er bara, at hesir bátar hava so fáar fiskidagar, og við uppaftur fleiri avmarkingum, sum kanska eru væntandi, er spurningurin, hvussu tað verður í framtíðini, sigur Jónsvein Knudsen.
Við Jens Leon eru 5 mans, og skipari er Jóhan Djurhuus av Selatrað.

© Vilmund Jacobsen - Sosialurin