HEIM
03.10.2007

Portalurin: BP setir borin í á landgrunninum 13. oktober

03. okt 2007, 16:06
Mynd: Transocean Rather setir borin í føroysku undirgrundina um 10 dagar

Bretska oljufelagið BP setir borin í føroysku undirgrundina um umleið 10 dagar, leygardagin 13. oktober. Hetta er sætti brunnurin, sum verður boraður við Føroyar.

–Hetta er helst tað nærmasta vit kunnu koma einum dato sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum. Hann er sera fegin um, at tað loksins eydnast at fáa boripallin, nú bíðað hevur verið eftir honum í nakrar mánaðir. Transocean Rather, sum hevur borað fyri Chevron á Rosebankkelduni í bretskum øki í skjótt eitt ár, kemur eftir ætlanini inn á føroyska landgrunnin sunnudagin 7. ella mánadagin 8. oktober. Tað fara so at ganga nakrir dagar til at fáa fest pallin í undirgrundina og gera alt klárt. Gongst sum ætlað, og tað viðrar, verður borurin settur í 13. oktober.

Hjarnar Djurhuus sigur við Portalin, at tey trý feløgini, sum eru við í boriverkætlanini, BP, Shell og Anadarko, øll eru sera spent um boringina og vóna, at tað fer at ganga væl. –Vit vóna at koma á mál skjótast men eru eisini greiðir yvir, at hetta er eitt nýtt øki borað verður á og eisini á vetrartíð, so ilt er at siga, hvussu leingi boringin fer at vara. Hon kann koma at taka upp til fýra mánaðir leggur hann aftrat.

Ein orsøkin til at hetta fer at taka tíð er eisini tann sannroynd, at borast skal gjøgnum tjúkkar basaltfláir, tó at man ikki veit við vissu, hvussu tjúkkar hesar eru. Óttin fyri at bora gjøgnum hart basalt er tó ikki tann sami sum hann var, áðrenn Statoil fór at bora Brugduna í fjør. Tá vísti tað seg tó ikki at vera nakar stórur trupulleiki at bora gjøgnum basalt. Williambrunnurin, sum BP sum fyristøðufelag nú fer í holt við, verður 4750 metrar djúpur tvs. at borað verður væl djúpri enn flestu av hinum brunnunum á landgrunninum. Hetta er so tann sætti brunnurin, sum verður boraður á føroyska landgrunninum síðani ár 2000, tá fyrstu leitiloyvini vórðu latin.

Á oljubasanum í Runavík er nógv virksemi í løtuni, ikki færri enn tvey supplyskip gera klárt at flyta vøru og útgerð út á pallin, tá hann kemur inn á føroyskt øki. Ein føroyingur fer at arbeiða umborð á Transocean Rather, meðan hann borar her. Tað er sjúkrasysturin Óluva Danielsen.

Stórur áhugi er í altjóða oljuheiminum fyri hesum brunninum, tí eitt oljufund á føroyskum øki kann fáa nógv fleiri altjóða oljufeløg at venda eyguni móti øllum Atlantsmótinum, sum Føroyar eru partur av. Hóast sannlíkið fyri at gera eitt fund er kanska ikki meira enn eitt út av tíggju, so verður Williamprospektið mett at vera meira áhugavert enn Brugdan. Orsøkin er m.a. tann, at jarðløgini eru øðrvísi og borað verður væl djúpri.

© Jan Müller - Sosialurin