HEIM
06.09.2007

Portalurin: Altíð verið fólkafloksmaður

06. sep 2007, 13:20
Mynd: Rodmund Nielsen hevur ikki gjørt av, um hann stillar upp til komandi løgtingsval. Men ger hann tað, verður tað fyri Fólkaflokkin

Rodmund Nielsen slær nú fast, at hann altíð hevur verið partur av Fólkaflokkinum, og alt annað tos stavar meiri frá miðlunum enn honum

Ein av heilt stóru og spennandi spurningunum upp undir komandi val hevur verið, um Rodmund Nielsen fer at stilla upp – og í fall fyri hvønn
Fyri tíð síðani gekk tað sum rótasúpan runt Skálafjørðin og víðari út um landið, at tað var upp á tal, at fyrrverandi borgarstjórin í Runavíkar Kommunu fór at stilla upp fyri Sambandsflokkin.
Eisini Sosialurin royndi at fregnast um hetta, men einfalda svarið frá Rodmundi Nielsen tá var, at hann onga støðu hevði tikið til nakað sum helst. Hvørki um hann fór at stilla upp, ella um so var fyri hvønn.
Men nú er annar av hesum spurningunum í hvussu er avkláraður sambært høvuðspersóninum sjálvum.
- Eg havi altíð verið ein partur av Fólkaflokkinum, og tað eri eg enn. Alt hitt tosið um, at eg møguliga skuldi stilla upp fyri aðrar flokkar er nakað, sum miðlarnir hava róð upp undir, sigur Rodmund Nielsen.
Tað er sostatt greitt, at um fyrrverandi borgarstjórin stillar upp, verður tað fyri Fólkaflokkin.

Ikki tikið støðu
Tá Rodmund Nielsen fór frá sum borgarstjóri var grundgevingin hon, at so nógv var at gera í fyritøkunum, sum hann er partur av. Og sum skilst er hetta framvegis orsøkin til, at hann ivast í, um tað er rætt av honum at stilla upp til løgtingsvalið. Men tíðin hevur eisini nakað at siga.
- Tað er í hvussu er greitt, at eitt val í ótíð fyri meg hevði komið illa við, tað hevði verið eitt hálvt ár ov tíðliga, sigur Rodmund Nielsen.
Hann vísir eisini á, at eitt kommunuval og eitt løgtingsval eru hvør sítt, og at avkvøurnar als ikki bara kunnu flytast frá einum til annað. So tað kann sigast, at eisini á tí økinum vigar hann og metir um sínar møguleikar.
- Eg kann í hvussu er siga, at eg ikki enn havi tikið støðu til, um eg fari at stilla upp til komandi løgtingsval. Men eg kann siga, at stilli eg upp, verði eg flokstrúgvur móti Fólkaflokkinum, sigur Rodmund Nielsen.

© Leo Poulsen - Sosialurin