HEIM
26.04.2010

Portal.fo: Trý av sjey lombum deyð

Síðstu nátt doyði eitt lamb aftrat, sigur Símun Pauli Jacobsen, ið eigur ærina á Glyvrum, sum gjáramorgunin lembdi sjey lomb.

Nógv forvitni hevur verið um ærina hjá Símuni Paula Jacobsen.
Í gjárkvøldið, tá Portalurin vitjaði á trøðni á Glyvrum, gekk ærin við fýra lombum, men nú er eitt farið burturav aftrat.
- Tíðliga í morgun, tá eg kom oman á trøðna, lá tíverri eitt lamb deytt við ærina, sum nú gongur eftir við trimum lombum, sigur Símun Pauli Jacobsen.
Av teimum sjey lombunum, sum ærin hjá honum lembdi í gjár, vóru tvey fullborin lomb deyðfødd.
Eftir vóru fimm á lívi.
Men ein maður, sum hevði hoyrt um søguligu lembingina og hevði mist lambið hjá sínari ær, spurdi, um hann kundi fáa eitt av lombunum.
- Tað fekk hann og seinast, eg visti, hevði ærin hjá honum tikið ímóti lambinum.
Tá Portalurin hevði Símun Paula í telefonini í morgun, hevði hann ikki tosað við mannin, sum fekk hetta eina lambið.
- Men mær kunnugt eru framvegis fýra av hesum sjey lombunum, sum ærin lembdi sunnumorgunin, á lívi, sigur hann.
Um svarta ærin á trøðni á Glyvrum, sum einki lamb hevði í fjør, nú hevur sett heimsmet, er ilt at siga.
Símun Pauli Jacobsen hevur roynt at "googlað" seg fram til, um nøkur ær kanska hevur lembt enn fleiri lomb, men hann hevur bert funnið eina ær í Bretlandi, sum lembdi seks lomb.
Hendingin á Glyvrum sunnumorgunin er í øllum førum rættiliga sjáldsom.
Onkur, sum hevur lisið um hendingina á Portalinum, helt fyri, at brundurin úr Elduvík mundi hava verið rættiliga grammur.
Brundurin er Undan Egg í Elduvík, og tað eru Eivind Thomsen og Malan Jógvansdóttir, sum eiga seyðin.