HEIM
14.09.2009

Politisk hólmgonga í Runavík

Í dag eru 63 ár liðin síðani fólkaatkvøðuna 14. september í 1946, og í tí sambandi verður skipað fyri einari politiskari hólmgongu í Runavík í kvøld.

Í hólmgonguni, sum verður í nýggja mentanarhúsinum Løkshøll, fara Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi at kjakast um, hvørja leið teir ætla sær at fara við samfelagnum í ókomnum døgum. Tað er framtíðin hjá Føroyum, sum verður kjarnin í orðaskiftinum, har hólmgongumenninir fara at skifta orð samsvarandi hugsjónunum hjá teimum báðum størstu flokkunum í landinum, Sambandsflokkinum og Tjóðveldinum, siga stigtakararnir.

Til umrøðu verða búskapar-, vinnu- og fiskivinnupolitikkur. Ríkisrættarliga støðan og uttanríkismál – ES – EFTA. Hvørji grundleggjandi virði skulu Føroyar byggja framtíðina á og arbeiðsmarknaðar, sosial- og vælferðarpolitikkur verður somuleiðis settur á dagsskrá.

Tiltakið byrjar klokkan 20. Í steðginum fer kendi troubadururin Kári Sverrisson at spæla nøkur av sínum kendastu løgum. Til at stjórna fundinum er Øssur Winthereig, journalistur, settur, og ætlandi endar fundurin klokkan 22.