HEIM
19.10.2015

Pól Sundskarð í Løkshøll týskvøldið

Tiltakið við kenda rennaranum og gongumanninum, Pól Sundskarð, verður í Løkshøll týskvøldið 20. oktober frá klokkan 19.30 til 20.30.

Eingin ivi er um, at tað, sum Pól fer at siga, verður sera áhugavert og gevandi fyri tey, sum koma at lurta. Hann fer at greiða frá, hvussu hann fekk motivatión til at røkka sínum málum.

Sum 46 ára gamal valdi Pól Sundskarð at broyta lív sítt. Hann byrjaði at renna og hevur seinastu 10 árini runnið umleið 50.000 kilometrar. Pól hevur verið á øllum fjallatoppunum í Føroyum fleiri ferðir.

Úr rúgvuni av tí, sum hann hevur rokkið hesi árini, kunnu vit nevna, at Pól í 2014 rann eitt spartathlon, sum er 246 kilometrar upp á 35 tímar og 18 minuttir.

Pól Sundaskarð hevur eisini megnað at runnið 530 kilometrar í seks dagar (mai 2015).

- Í Løkshøll verður høvi at hoyra Pól Sundskarð og fáa íblástur frá honum til at seta sær mál í lívinum, siga fyrireikararnir av mentanarvikuni Skýming.

Atgongumerkir fáast á www.loksholl.fo, á Kunningarstovuni ella við dyrnar 1 tíma áðrenn tiltakið byrjar. Kostnaðurin er 80 kr.