HEIM
14.05.2008

Plantumarknaður á Skála

Í samband við bygdastevnuna á Skála verður stórur plantumarkanður í Ítróttarhøllini á Skála um vikuskiftið

Í døgunum 17. og 18. mai verður bygdarstevna á Skála, har ítróttarøkið í bygdini verður karmur um flestu tiltøkini. Millum annað verður aftur í ár skipað fyri stórum plantumarknaði í Ítróttarhøllini, har snøgt sagt alt fæst til urtagarðin. Felagið Skála Stuðlar hevur keypt yvir 1500 plantir úr Danmark. Talan er um nógv ymisk sløg av plantum og summarblómum í øllum hugsandi litum og skapum.
Umframt hetta fæst eisini ymiskt annað til urtagarðin, so sum pottar og havamøblar. Sum nakað nýtt kemur nýggi og spennandi handilin: "For ever" úr Kvívik við til tiltakið í ár. Hesin handilin selur forkunnugar møblar og vatnkør til urtagarðin.
Fyrireikararnir vóna at bygdafólk og gestir taka væl undir við tiltakinum og njóta hugnaliga umhvørvið í ítróttarhøllini.