HEIM
12.05.2012

Planta 400 trø á Skála mánadagin

Mánamorgunin 14. mai kl. 10 verður hátíðarhald á økinum millum skúlan og barnagarðin á Skála.

Í samstarvi við Føroyaprent, sum letur trøini, fara barnagarðsbørn, næmingar, námsfrøðingar og lærarar at planta eini 400 trø á økinum.

Kommunan hevur gjørt eina ætlan fyri økið við spæliplássi, leikvølli, grill-umstøðum o.ø. Økið er uml. 2.000 fermetrar til støddar, og ætlanin er so umfatandi, at øll børn á Skála um nøkur fá ár hava fingið eitt av allarbestu spæliplássum, ikki bara í Føroyum, men í øllum ríkinum. Tað verður ein sonn perla í bygdini, sum uttan iva eisini fer at verða eitt natúrligt stað hjá bygdarfólki at hittast til tiltøk, prát og samveru.

Tey 400 trøini, sum verða plantaði nú, fara at gera, at lívd verður á økinum um fá ár. Tá arbeiði er komið eitt sindur longur, hevur Føroyaprent lovað at lata fleiri trø og runnar, og tað fegnast Runavíkar Kommuna um.

Tiltakið mánadagin byrjar við, at Don Joensen fyrstilærari bjóðar vælkomin. Magnus Rasmussen borgarstjóri sigur frá um ætlanina. Sølvi Reinert Hansen, mentunarleiðari í Runavíkar Kommunu, fer eisini at siga nøkur orð.

Landsskógarvørurin Tróndur Leivson og Hansina Dahl frá Føroyaprent greiða børnunum frá um trø og burðardygt skógbrúk, áðrenn plantað verður.

Runavíkar Kommuna fegnast um, at hesin týðandi parturin av verkætlanini nú gerst veruleiki, og takkar samstundis Føroyaprent fyri trøini, sum m.a. eru latin í samband við, at Føroyaprent í 2011 fekk umhvørvisvirðisløn á 42.000 kr. frá ETIKA.