HEIM
09.10.2007

Planet.fo: “Ung og íverksetan” í Saltangará

09. okt 2007, 08:22
Mynd: (mynd: myspace.com)

"Verð tín egni stjóri!"...ljóðar tað ikki gott?
Tiltakið verður mikukvøldið 31. oktober í Hæddini í Saltangará og er ókeypis. Umboð fyri Íverksetarahúsið og Eik greiða frá. Eisini verður tónleikur og ábit.

"Íverksetan? Hvat er tað?" hevði man sagt fyri bara fáum árum síðan. Tað vóru bara nørdar og dreymarar, ið fingust við slíkt tvætl, helt man.
Men hetta er nú broytt. Alsamt fleiri ung seta í dag egið virki á stovn. Tað er spennandi og hugskotið hevur 80 % at siga, siga íverketanarkøn.
Rani Nolsøe frá Íverksetanarhúsinum í Klaksvík og Bjartur Nolsøe frá Eik fara at leggja fram. Eisini fer Evald Johannesen frá "Paintball Føroyar" at greiða frá sínum hugskotið.

Frætt meiri um tilmelding seinni! Fylg við á www.18-25.fo!