HEIM
06.06.2012

Pink karnevalur

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtókta karnivalinum fríggjakvøldið á Eystanstevnu.

Seinastu árini hevur karnivalurin havt ávíst tema. Í ár er einki undantak, og hava fyrireikararnir valt, at tema´ið skal vera liturin PINK.
Talan verður um ein spennandi og fjølbroyttan karnival við nógvum festligum búnum, og millum annað vera eisini pyntaðir bilar og bátar at síggja.
Umframt ítróttarfólk frá NSÍ, Tjaldur, Kappróðrarfelagnum NSÍ og Støkk, eru øll vælkomin at vera við í karnivalinum.
Gingið verður frá ítróttarhøllini í Runavík komandi fríggjakvøld, og verða luttakararnir bidnir um at møta kl. 18.00.
Karnivalurin kemur inn á torgið kl. 19.00.

Fimleikafelagið Støkk