HEIM
16.02.2011

Perspektiv LIVE

- beinleiðis útvarp í Løkshøll, har eisini tú kanst vera við!
Landbúnaður, ferðavinna og matmentan

Nú leygarkvøldið 19. februar sendur Kringvarp Føroya beinleiðis úr Løkshøll, har framtíðar møguleikar innan landbúnað, ferðavinnu og matmentan verða umrødd.

Í beinleiðis tjakpanelinum vera Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðar- og ferðavinnumálum, Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni, Anna Rubeksen, forkvinna í Bóndafelagnum, Niels Pedersen, formaður í Óðalsfelagnum, Sámal Bláhamar, Tora Tourist, og Leif Sørensen, kokkur.

Í sendingini verður eisini høvi hjá áhoyrarunum at gera viðmerkingar og seta spurningar.

Sendingin verður send beinleiðis kl. 19.00, og tí er umráðandi at fólk eru komin at sita, tá sendingin byrjar. Sostatt lata dyrnar upp kl. 18.30 og latið verður aftur kl. 18.45. Øll eru vælkomin og tað er ókeypis atgongd.

Gunnar Nolsøe og Elin Winther Poulsen leggja til rættis.