HEIM
20.12.2019

Pensióneraðir skálamenn

Miðvikudagin var samkoma hildin í býráðssalinum í Ráðhúsinum. Tveir av húsavørðunum í starvi hjá Runavíkar kommunu fara frá fyri aldur. Páll Rasmussen, skálamaður búsettur í Heiðunum, hevur verið í starvi hjá kommununi síðani 1996, eina stutta tíð sum gravari og tey alra flestu av árunum hevur hann verið húsavørður við skúlarnar í Runavíkar kommunu áðrenn samanleggingarnar. Í serligan mun – eftir hetta – hava tað verið skúlarnir við Løkin og á Glyvrum, sum hava tikið mestu arbeiðsorkuna.

Eyðbjørn Joensen, skálamaður búsitandi á Skála, hevur verið húsavørður í Ítróttarhøllini á Skála síðani 2002.

Borgarstjórin og Durita P. Joensen, skúlastjóri, fluttu fram røður fyri teimum báðum húsavørðunum, sum nú vera pensióneraðir. Borgastjórin takkaði teimum fyri valaverk hesi árini og vísti á tað neyðuga í hesum, at allar tær kommunalu ognirnar verða hildnar í góðum standi. Hóast tað onki hevði við løtuna at gera, sum so, minti hann teir á skyldskapin teirra millum. Páll, Eyðbjørn og borgarstjórin eru trímenningar úr somu slóð. Abbi borgarstjóran og ommur teirra, Páls og Eyðbjarnar, vóru systkin. Vaksin upp Millum Áirnar - fyri oman Oyruna - í Syðrugøtu.

Durita, ið hevur starvast saman við Pálli hesi árini, takkaði honum hjartaliga fyri ídni, hjálpsemi og fleksibilitet í tænastuni.

Borgarstjórin handaði til endans teimum báðum blómur og hvør sín málning, málaðir av rituvíkskinginum Hilmari Højgaard. Tað kemur helst ikki óvart á nakran, at motivini í báðum førum vóru bygdin á Skála.