HEIM
25.10.2011

Pallborðsfundur við kvinnuligum valevnum

Týskvøldið kl. 19.00 skipar kongshavnar kvinnufelag fyri politiskum pallborðsfundi í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum við kvinnuligum valevnum.
Byrjað verður við einum framløgu umfari, har hvør kvinna fær tveir minuttir til sína framløgu.

Evnini ið verða viðgjørd eru:
Vælferð
Skattapolitikkur
Høgra vinstra politikkur
Hvat skal raðfestast hægst komandi valskeið.
Orðaskifti millum flokkarnar.
Tíð verður síðan sett av til spurningar frá salinum, har hvør flokkur fær tveir minuttir at svara.
Fundurin endar við einum stuttum umfari, har hvør flokkur fær høvi at taka samanum.
orðstýrari verður Rønn Eliasen

Øll eru vælkomin í kvinnufelagshúsið á Glyvrum, týskvøldið kl. 19.00