HEIM
09.02.2009

Pallborðsfundur um dagtilhald og eldravirksemi 11. februar

Pallborðsfundurin verður í kantinuni í nýggja Skúlanum við Løkin í Runavík.
Endamálið við fundinum er at varpa ljós á týdningin av, at vit framhaldandi hava tilhald kring landið, ið kunnu veita skipað tilboð fyri frísk eldri, har tey dagliga kunnu møtast og í felagskapi stimbrast sosialt, handa- og andaliga.

Pallborðsfundurin verður í kantinuni í nýggja Skúlanum við Løkin í Runavík, mikukvøldið 11. februar klokkan 19.00.

Í pallborðinum sita:

Wanja Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari á Tilhaldinum í Tórshavn.
Rósa Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum.
Gunnvá við Keldu , borgarstjóri í Klaksvík og næstforkvinna í Kommunusamskipan Føroya
Sigvald Kristiansen, næstformaður í Landsfelag Pensjónistanna
Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag

Fundarstjóri verður Hans Jákup Lamhauge, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Pallborðsluttakararnir hava eina stutta framløgu hvør og fáa møguleika at gera viðmerkingar.
Síðani fær fundarfólkið møguleikan at seta pallborðinum spurningar.

Øll áhugað eru hjartaliga vælkomin.

Sjálvstýrisflokkurin