HEIM
06.12.2017

Oyvør Dam Jacobsen bókavørður á Bókasavninum við Løkin

Runavíkar býráð hevur á býráðsfundi 30.11.2017 tikið avgerð um, at seta Oyvør Dam Jacobsen í starv sum bókavørð á Bókasavninum við Løkin. Oyvør tekur við eftir Svend Højgaard, sum hevur valt at royna nýggjar leiðir.

Oyvør er útbúgvin bókavørður og hevur m.a. starvsroyndir frá Klaksvíkar og Fuglafjarðar bókasøvnum, umframt at hon hevur drúgvar royndir frá Námi.

Oyvør byrjar í starvinum tíðliga í nýggja árinum.

Runavíkar kommuna ynskir Oyvør tillukku við starvinum, og takkar samstundis Svend Højgaard fyri dygdargott arbeiði hesi seinastu 5 árini.