HEIM
01.12.2011

Oyvindur heiðraður í Noregi

Á heimasíðuni http://www.nvfnorden.org verður sagt frá, at Oyvindur Brimnes hevur fingið handað heiðursprógv frá Nordisk vejforum (NVF).

Í grundgevingunum verður rm. a. sagt:
Sum stjóri fyri Landsverki, hevur Oyvindur Brimnes havt stóra ávirkan á føroyska undirstøðukervið í nýggjari tíð. Hann hevur m.a. verið við til at bygt tunnil til síðstu bygdina, sum fekk vegasamband og sum nevndarlimur í báðum feløgunum, sum bygdu undirsjóvartunlarnar verið við til at skriva føroyska vegasøgu. Í stjóratíðini hjá Oyvindi Brimnes er eisini nógv hent á ferðslutrygdarøkinum ...

Oyvindur Brimnes er í dag í starvi sum tekniskur leiðari í Runavíkar kommunu, og hevur har m.a. ábyrgd av vegum. Runavíkar kommuna er eisini limur í NVF.