HEIM
06.07.2018

Oyndradagur leygardagin 7. juli 2018

Aftur í ár verður áhugaverda og fólksliga tiltakið Oyndradagur fyriskipað í Oyndarfirði.

Skráin sæst niðanfyri:

Kl. 09.00: Rennikapping
Runnið verður í stafettum frá skúlanum. Tilmelding fer fram við at senda sms til Palla á tlf. 50 07 54. Aldur og navn skal upplýsast. Aldursmarkið eru tey, sum fara í 8. flokk í summar og eldri.

Kl. 09.00:  Morgunmatur í skúlanum.
Kl. 11.00: Súkklukapping á Ovara vegi.

Luttakarnir verða býttir í 5 aldursbólkar:

  • Bólkur 1   Børn undir skúlaaldur
  • Bólkur 2   1. og 2. flokur
  • Bólkur 3   3. og 4. flokkur
  • Bólkur 4   5. 6. og 7. flokkur
  • Bólkur 5   Øll tey, ið eru eldri enn 7. flokkur. G.G    Øll skulu hava hjálm.

Kl. 14.00    Oyndradagurin verður settur Niðri í Túni  – Jórun Eið setur dagin.
Kl. 14.30    Oyndraleikurin Robin Hood  byrjar Niðri í Túni.
Kl. 15.30    Bogaskjóting, øksakast og onnur spøl. Okkurt gott til góman, verður borðreitt saman við kaffi og te.
Kl. 16.30     Julian Rasmussen framførir í kirkjuni.
Kl. 16.00-18:00    Málningaframsýning í Gamla skúla.
Kl. 16.00-18:00    Marine Harvest skipar fyri túrum út til aliringarnir.
Kl. 18.00     Marine Harvest grillar laks í skúlagarðinum.
Kl. 18:00     Grilling fæst fyri bíligan pening í skúlagarðinum.
Kl. 21.00     Uppboð- og lutaseðlasøla.
Kl. 22.00     Syngið við í teltinum.
Kl. 23.00     Dansur við Anna Louisa Gaard og Georg Estaná
Kl. 02.00     Oyndradagur endar