HEIM
09.07.2012

Oyndradagur 2012

Leygardagin 14. juli er Oyndradagur í Oyndarfirði, har nógv spennandi tiltøk eru á skránni.
Fyrireikarnir vóna at síggja nógv fólk, bæði bygda- og avbygdafólk, í Oyndarfirði.

Skrá fyri Oyndradagin 2012

11:00 Rennikapping - Byrja verður við skúlan. Heiðursmerki verða latin

14:00 Oyndradagurin verður settur av Kára P. Højgaard

14:30 Ævintýraleikur fyri børn og vaksin niðri í fjørðuni

15:45 Súkklukapping við handilin hjá Eivind. Heiðursmerki verða latin

16:45 Spøl fyri børn og vaksin á vøllinum

17:30 Heiðursmerkja handan í tjaldinum

18:00 Vit grilla (møguleiki verður at keypa pylsir, burgarar og okkurt drekkandi afturvið)

20:00 Sámal Ravnsfjall syngur og spælur í stóra tjaldinum

20:00 Bárður Petersen Band spælur í lítla tjaldinum

22:00 Syngi við

24:00 Dansur við 4 men og matarsøla í tjaldinum