HEIM
11.07.2014

Oyndradagur 12/7-2014

Leygardagin 12. juli er Oyndradagur í Oyndarfirði, har nógv spennandi tiltøk eru á skránni.

Fyrireikarnir vóna at síggja nógv fólk, bæði bygda- og avbygdafólk, í Oyndarfirði.

Skrá fyri Oyndradagin 2014:

9:30 Rennikapping (Melda til renningina við at senda eitt sms á tlf 214000, ella send ein teldupost til OYIF@OYIF.fo, tilmeldingarfreistin er 11/7 kl. 12.00)
10:00 Morgunmatur í skúlanum
11:00 Súkklukapping fyri børn (ØLL børn skulu hava egna súkklu við og verða í hjálmi)
14:00 Oyndradagurin 2014 verður settur av Gunnleyg Olsen.
14:30 Ævintýr (Meira kunning seinni)
15:30 Drekkamuður og spøl
17:00 Grilling og matarsøla. Tilber at keypa pylsur, búffar o.a. at grilla. Marine Harvest bjóðar grillaðan laks
17:00 - 19:00 Møguleiki er at sigla við Marine Harvest út til aliringarnar (Meira kunning seinni)
17:00 - 20:00 Málningaframsýning í skúlanum.
20:00 - 21:00 Syngið við í tjaldinum
21:00 - 23:00 Sámal Ravnsfjall syngur og spælur í tjaldinum
23:00 - 24:00 Syngið við í tjaldinum
00:00 - 04:00 Dansur við Blátt í tjaldinum

Møguleiki er at fáa pláss til kampingvongar og bátar. Áhugaði kunnu venda sær til tlf. 584840.

Sí meira á: http://www.oyif.fo

EksternLeinkja1: http://www.oyif.fo