HEIM
23.07.2010

Oyndradagar – Summarhugni í Oyndarfirði

Oyndfirðingar skipa aftur í ár fyri summahugna í bygdini, sum verður leygardagin 24. juli. Grillað verður á skúlaøkinum, har møguleiki er at keypa okkurt at leggja á grilla.
Eisini verða fiski- og súkklukappingar, tónleikur, syngið við og dansur við Jákup Marner Anthoniussen o.fl.
Harmonikufelag Føroya spælir undir til syngið við tiltakið og Sámal Ravnsfjall kemur eisini at upptraðka.

Oyndfirðingar vóna at síggja nógv fólk, bæði bygda- og avbygdafólk, í Oyndarfirði.

Sí skrá undir tiltøk