HEIM
27.03.2012

Øskufía í Løkshøll

Mikukvøldið tann 28.03.2012 kl. 19.00 verður leikurin Øskufía sýndur í Løkshøll í Runavík. Leikurin er partur av eini verkætlan har 10. A og B hava arbeitt við gomlu søguni, sum brøðurnir Grimm skrivaðu um Øskufíu.

Atgongumerki fáast við dyrnar hálvan tíma áðrenn sýningina

Vaksin 50 krónur

Børn 30 krónur

Kaffisøla er aftaná sýningina 🙂

Les meira um leikin:
http://www.rks.fo/index.asp?pID={13BA5A30-BB72-42DC-B008-576617C4924B}