HEIM
31.03.2020

Óskrásett akfør

Á býráðsfundi tann  26. mars varð tikið undir við mannagongdini hjá Teknisku Deild viðvíkjandi óskrásettum akførum á almennum øki og vegi.

Runt um í kommununi standa óskrásett akfør, tað eru akfør uttan nummarplátur, á almennum vegi ella øki.

Royndirnar gjøgnum fleiri ár hava víst, at slík akfør verða sett á almenn støð, so sum vegir í vanligum grannaløgum, p-pláss hjá kommununi, á havnarløgum, víkiplássum, gonguteigi, bøi og aðrastaðni. Sambært lóg er hetta ikki loyvt.

Mannagongdin er gjørd fyri at skipa tað fyrisitingarliga arbeiði við at burturbeina akførini av almennum øki og vegum.