HEIM
14.01.2010

Orkusparingar, burðardygg bygging og dømi á lágorkuhús

Kári Thomsen, arkitektur, hevur frá 14. januar til 12. februar, framsýning í býráðssalinum við evninum "orkusparingar, burðardygg bygging og dømi á lágorkuhús". Framsýningin er opin gerðandisdagar frá kl. 9.00 til 16.00.
Mikukvøldið 27. januar kl. 19.00, verður framløga, har serliga verður víst á hvørji fyrilit mugu takast, um sparast skal í orkunýtslu. Eisini verður tosa um hvat burðardygg bygging merkir.
Víst verða dømi um orkusparing í eldri føroyskum sethúsum og dømi um lágorku- og passivhús.