HEIM
24.08.2018

Opið hús sunnudagin kl. 15-18

Í sambandi við royalu vitjanina í morgin, leygardagin 25. august, tá Frederik krúnprinsur, Mary krúnprinsessa og tey 4 børn teirra vitja Runavíkar kommunu, verður opið hús í Skótahúsinum við Løkin sunnudagin 26. august frá kl. 15 til 18.

Runavíkar Kommuna hevur í morgin tann heiður at vera vertur fyri hesi hábærsligu vitjan, og nógv er gjørt burturúr at vísa fram góðu umstøður okkara í kommununi á bæði havna-, vinnu-, ítróttar- og frítíðarøkjum. Kongaliga vitjanin endar við miðmála saman við innbodnum í Skótahúsinum.

Sunnudagin frá kl. 15 til 18 eru øll vælkomin til hugnaliga samveru í prýðiligu og vakurt pyntaðu hølunum í Skótahúsinum við Løkin, har eisini ein góður drekkamuður verður at fáa.