Eins og vanligt er á eystanstevnuni, hevur Handilsmiðdepilin í samráð við handlar og fyriskipararnar avgjørt at hava ‘open by night’ í kvøld
Handlarnir fara at hava opið til klokkan 23, og av tí at Runavík er kent fyri sítt ríka handilslív, har handlarnir liggja sera tættir, fer hetta aftur í ár at seta sín serliga dám á stevnuna.
Vanligt er, at handlarnir bjóða viðskiftafólkunum serlig tilboð stevnudagarnar, og soleiðis verður aftur í ár.