HEIM
26.11.2009

Open by night í Runavík

Fríggjakvøldið 27. november hava handlar í Handilsmiðdeplinum opið til kl. 22.00.

Øll eru vælkomin til hugnaliga Handilsmiðdepilin, sum longu nú er vakurt pyntaður til jóla. Allan desember mánaða verða hópin av tiltøkum fyriskipaði í økinum. Í sambandi við tunnilsdagin leygardagin 12. desember hava handlarnir opið til kl. 20.00. Hendan dagin vitjar brandbilurin við jólamonnum kl. 16.00. Jólavikan byrjar hósdagin 17. desember og heldur áfram til mikudagin 23. desember. Í Jólavikuni hava handlarnir opið til kl. 20.00 og 23. desember til kl. 22.00. Leygardagin 19. desember kl. 18.00 vitjar jólaskipið Runavíkini, skipið leggur at við bátahylin, beint við økið, har Gomul Jól í Heiðunum er.

Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu leggur stóran dent á at viðskiftafólk, ið vitja handlarnar í býnum, fáa alt teimum tørvar, bæði tá tað snýr seg um vøru, tænastu og uppliving. Handlarnir í økinum, bjóða í felag eitt sera fjølbroytt úrval av vørum. Handilsmiðdepilin bjóðar øllum vælkomnum til býin, sum osar av handilslívi og mentan.