HEIM
14.11.2018

Ólvustova í Funningi

Í gjárkvøldið savnaðust menn í Ólvustovu. Einasta málið á skránni var, at Fornminnisfelagið í Funningi ynskti at handa borgarstjóranum í Runavíkar kommunu lyklarnar til húsini. Møttir vóru Petur Dahl, Jógvan Joensen Højsted,  Sámal Petersen, Haraldur Kjeld og borgarstjórin.

Fyri sløkum 10 árum síðani var fornminnisfelag stovnað í bygdini. Fyrsta verkætlan felagsins var at varðveita Ólvustovu, sum var í sera ringum standi. Kommunan átti matrikulin, og hon hevur frá fyrsta degi verið ein stuðlandi viðleikari í ætlanini. Húsið er ikki friðað, men kortini hevur fornminnismyndugleikin víst átakinum ans. Haraldur Kjeld, sum er dystin lærdur í kynstrinum, at fáa eldri bygningar upp at standa aftur, hevur verið leiðtogari, meðan limirnir í felagnum ídnir hava gingið honum til handa - frá byrjan og fram til hendan dagin, táið felagið lat Runavíkar kommunu húsini í ognarvarðveitslu.

Hetta er søgan um staðbundnan virkisanda, sum við nakað av hjálp, røkkur góðum málum. Tók bygdarfólkið ikki stig til átakið, vóru húsini valla til í dag. Ístaðin standa tey nú sum eitt satt prýði í og fyri bygdina og staðsetingin ger, at tey kunnu nýtast til fleiri endamál. Longu nú hevur ein rithøvundur spurt seg fyri, um møguligt er at leiga seg inn í húsini fyri eina tíð, soleiðis, at skaldskapur ella ritverk í næstum kanska fara at koma undan ljóðaranum í Ólvustovu.

At Ólvustovu er liðug umvæld merkir ikki tað sama sum at fornminnisfelagið hevur lagt árarnar inn. Fyri tíð síðani keypti Runavíkar kommuna, eftir tilráðing frá felagnum, Atustovu, sum er í grannalagnum. Eitt hanagleiv frá Ólvustovu. Ætlanin er nú at fara undir at bøta um hesi húsini eftir somu mannagongdum, sum vórðu nýttar fyri at fáa Ólvustovu í heilt væl brúkiligan stand aftur.

Funningur er gomul bygd, og hildið verður at hetta er bygdin, har ið Grímur Kamban setti fótin á land, táið hann lendi í Føroyum á fyrsta sinni.