HEIM
01.04.2016

Óluvá Skaale hugleiðir um broytingar í okkara tíð

Týsdagin 5. apríl klokkan 15.00 vitjar Óluvá Skaale á bókasavninum við Løkin í Runavík. Hon fer at hugleiða og práta um broytingar í okkara tíð.

Tiltakið er fyriskipað í samstarvi við Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu, og er serliga ætlað teimum eldru borgarunum.
Øll eru tó vælkomin, og tað er ókeypis atgongd.

Óluvá Skaale er ein virkin og vitug kvinna, sum er væl kend millum føroyingar. Óluvá er ættað úr Vági, men hevur alt sítt vaksna lív búð í Havn. Hon gekk í studentaskúla og á læraraskúla í Havn, har hon eisini hitti mann sín Jóannes.

Óluvá hevur nógvar lívsroyndir at taka støði í til eitt prát um broytingar í síni lívstíð. Hon eigur fýra børn og tíggju ommubørn. Hon er farin um tey 75 árini og í 2012 bleiv hon einkja. Tað mesta av sínum arbeiðslívi hevur Óluvá arbeitt við og undirvíst næmingum, sum høvdu tað trupult í fólkaskúlanum, m.a. orsaka av likamligum ella sálarligum breki. Her hevur hon verið ein av fremstu eldsálum í landinum. Umframt lærarayrkið man Óluva vera best kend fyri kókibókina Matur og Matgerð, sum hon skrivaði saman við Mariusi Johannesen. Av øðrum kann nevnast at hon hevur staðið fyri barnaútvarpinum, týtt barnabøkur, og verið uppi í ymiskum sosialum arbeiði - m.a. í sambandi við Okkara legur á Zarepta.
Herfyri greiddi Óluva frá sínum virkna lívi í fimm Meg-minnist-sendingum, sum Jógvan Arge legði til rættis.

Tiltakið á bókasavninum er partur av eini røð av hugnaligum og upplýsandi seinnapartstiltøkum, sum Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu og Bókasavnið við Løkin samstarva um. Umframt hugleiðingar frá Óluvu, so er prát og drekkamuður í hásæti. Eini tveir felagssangir verða eisini sungnir. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu og Bókasavnið við Løkin.

(myndin er frá einum italskum blaði í 2014, har grein var um Óluvu og aðrar føroyskar kvinnur.)

Meira kann lesast um bókasavnið og tiltøk á www.lokin.fo