HEIM
18.08.2014

Oljan.fo skrivar: Sonn oljuinnrás á Skálafjørðinum

Nú gjørt verður klárt at taka ímóti einum av heimsins størstu boripallum, West Hercules á Skálafjørðinum komandi mikudag, er alt á gosi í Runavík. At skula hava henda risastóra pall sum næsta granna í meira enn ein mánað setir hetta annars sera virkna økið uppaftur meira í fokus.

Og fólk eru longu farin at merkja, at her er okkurt heilt serstakt við at henda. Talan er um at gera so umfatandi umvælingar, at millum 100 og 200 fólk verða knýtt at arbeiðinum, føroyingar, norðmenn og kandiumenn. Her er talan um nógvar ymsar fakbólkar so sum sveisarar, maskinmenn, elektrikarar, kavarar osfr.

Høvuðsuppgávan verður at skifta út tvær av stóru síðuskrúvunum. Tær eru longu komnar til Runavík. Eisini fer tað at taka drúgva tíð at seta upp eitt nýggja sprinklaraútgerð. Aftrat hesum koma nógvar aðrar umvælingar, sum skulu gerast, nú pallurin skal í kaldari sjógv út fyri New Foundland. Krøvini til pallin eru sera stór.

Hetta eru uppgávur, sum fyristøðufelagið Statoil, sum hevur langtíðarleigað pallin fyrst til at bora í Barentshavinum, síðani við Føroyar og eftir tað í Kanada, metir skulu gerast í Føroyum, nú felagið heldur, at føroysk veitara- og tænastuvinna megnar eina slíka uppgávu.

Sjáldan áður hevur føroyskt vinnulív fingið eina so stóra uppgávu, og við undantaki av pallinum Stena Don, sum lá nakrar dagar á Nólsoyarfirði og fekk nakrar umvælingar gjørdar, so hevur einki slíkt arbeiði verið gjørt her áður.

Í sambandi við stórarbeiðið verður neyðugt at húsa mongu arbeiðsfólkunum. Partur av hotellinum er leigað umframt fleiri privat hús í Runavík. Haraftrat kemur norska hotellskipið Nordstjernen á Runavík at liggja og hýsa umleið 150 fólkum.

Nógvar føroyskar fyritøkur koma at vera partur av arbeiðinum skilur oljan.fo. Men ein av høvuðsfyritøkunum verður MEST, sum fer at samskipa arbeiðið saman við North Atlantic Drilling, sum umsitur pallin.

24 norskir kavarar eru komnir til Føroya fyri at standa fyri arbeiðinum at skifta út síðuskrúvurnar. Eisini tríggir føroyskir kavarar verða við til hesa specialuppgávuni.

Tá pallurin kemur inn á Skálafjørðin fara fleiri skip at fylgja honum, eitt nú ein ankerhandlari, sum kemur úr Noregi. Haraftrat onnur veitingarskip. Oljan. fo skilur, at Statoil hevur longt avtalurnar við fleiri av føroysku veitarunum, sum hava verið partur av boringunum í summar.

Skip verður so eisini leigað til at sigla pendulfart millum Runavík og pallin.

Eisini oljuhavnin í Runavík fer at hava ein týðandi leiklut. Øll útgerð, sum verður brúkt í sambandi við umvælingarnar fer at liggja á havnaøkinum og avskipað haðani eins og burturkast oa. verður flutt til oljuhavnina.

Eisini havnamynduleikarnir í Runavík hava eina sera stóra og týðandi uppgávu. Havnameistarin Tórbjørn Jacobsen, sum er royndur sjómaður, hevur verið partur av fyrireikingunum og verður hann eisini loðsur, tá pallurin skal sigla inn á Skálafjørðin.

Pallurin kemur eftir øllum at døma á Skálafjørðin tíðliga mikumorgunin.

Jan Müller