HEIM
28.08.2014

Oljan.fo skrivar: Føroyskir borgarstjórar hittu oljuelituna

Føroyar vóru væl umboðaðar, tá Statoil bjóðaði oljufólki og øðrum til samveru á tí vældámda «Garden Party» á Statoilhøvuðsborgini í Stavanger. Umboðini úr Føroyum vóru hesaferð borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen og borgarstórin í Runavík, Magnus Rasmussen. Eisini var Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi til steðar.

Týskvøldið høvdu teir báðir borgarstjórarnir høvi at heilsa uppá forstjóran í einum av heimsins størstu oljufeløgum, Helga Lund í Statoil – væl hjálptir av føroyska Statoil-stjóranum Rúna M. Hansen.

Hetta hendi í sambandi við afturvendandi tiltakið hjá Statoil í sambandi við ONS oljumessuna, har oljufólk og politikarar hittast til ein bita og prát.

Føroysku borgarstjórarnir hava annars roynt at umboða Føroyar og føroyska ídnað á stóru oljumessuni so gott sum tað ber til og hava teir serstakliga, tá teir hava hitt oljufólk og ikki minst stjórar fyri stóru oljuídnaðarfyritøkurnar, kunnað um positivu gongdina á oljuvinnuøkinum í Føroyum, har umvælingin av oljupallinum West Hercules í løtuni er veruliga sveinaroyndin.