HEIM
04.12.2014

OLJAN – bókaframløga í Bókasavninum við Løkin 4. des kl 17.00

Frá science fiction til føroyska stórvinnu.

Meðan frálandsvinnan fyri 25 árum síðani kendist føroyingum at kalla sum ‘science fiction’ –sum eitt slag av óveruleika –er hon í dag ein av størstu vinnum í Føroyum, hóast vit enn ikki hava funnið okkara egnu olju. Høvundarnir greiða frá, hvussu stóran týdning yvirtøkan av føroysku undirgrundini í 1992 hevur havt fyri føroyskan hugburð, altjóðagerð, vinnumenning og samfelagsgongd annars. Bókin greiðir sjálvandi eisini gjølla frá teimum níggju boringunum, sum higartil eru gjørdar undir Føroyum, og viðger harafturat spurningin um, hvat skal til fyri at fáa oljufeløgini at bora fleiri brunnar.

Heitið á bókini er ‘OLJAN -føroysk vinnu-og samfelagsmenning í 25 ár’ og kemur út týsdagin 2. desember. Bókin er 550 síður í vavi og fevnir eisini um eina rúgvu av myndum og tekningum, sum lýsa føroysku vinnu-og samfelagsmenningina hesi seinastu 20-25 árini.

Hon verður sum vera man løgd fram alment í bæði høvuðsstaðnum og í olju-høvuðsstaðnum:

í Perluni í Tórsgøtu í Havn týsdagin 2. desember kl. 17 og á Bókasavninum við Løkin í Runavík hósdagin 4. desember kl. 17.

Høvundarnir Jan Müller og Tróndur Djurhuus fara at greiða frá arbeiðinum við og innihaldinum í bókini og at signera eintøk. Afturvið verða kaffi og smákøkur at fáa. Øll eru vælkomin inn á gólvið til framløguna ella at ogna sær bókina.

Høvundarnir signera eisini bókina í Riti og Ráki í SMS mikudagin 3. desember frá klokkan 17 til 18.

Vinarliga

Forlagið OLJAN