HEIM
07.10.2015

Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum hevur fingið nýggjan leiðslubygnað

Leiðarin fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum Mary J. í Garði hevur valt at siga seg úr starvi frá 1. november 2015 at rokna.
 
Í hesum sambandi hevur Skálafjarðarsamstarvið gjørt av at fremja bygnaðarbroyting í Økistænastuni.
Leiðarin fyri Eysturoyar røktar- og ellisheim fær nú víðkaða leiðsluábyrgd, soleiðis, at leiðsluuppgávan nú fevnir um alla Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum.
 
Frá 1. november 2015 tekur Tordur J. Niclasen við starvinum sum leiðari fyri Økistænastuna. Tordur J. Niclasen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við víðari útbúgving innan fyrisiting.
Tordur hevur drúgvar leiðsluroyndir og hevur hollar starvsroyndir innan eldraøkið sum fyristøðumaður á Eysturoyar røktar- og ellisheimi í mong ár. Eisini hevur Tordur í tíðarskeiðum røkt leiðslustørv innan heilsutænastuna í Eysturgrønlandi.